612
Tá hirðar sótu seyði hjá
á myrku náttarstund,
ein eingil sær úr skýnum brá,
og ljómin stóð um grund.

2. Tit óttist ikki, segði hann
og mælti orðum svá:
“Stór gleðiboð eg bera man
til fólk her foldum á.

3. Tí tykkum føddur er í dag
Guðs sonur fyri vist,
í Betlehem, í Dávids stað,
tit finna Jesus Krist.

4. Í Betlehem, í Dávids bý,
alt undir lágu lon
tit finna sveiptan krubbu í
hin himins kongason.”

5. So mæti eingilin, og brátt
av himni niður steig
ein einglaherur hesa nátt
og gylti alla leið:

6. “Ja, heiður veri Guði hátt
og friður foldum á,
so øll í semju og í sátt
hans gleði skulu sjá.”