707
Hin lítli, fitti firvaldur
er flogin úr Guðs hond,
hann hevur gyltar ringar
og føgur silkibond.

2. Nú flýgur lítli firvaldur
høgt upp í kláran dag,
teir føgru litir lýsa
so bjart við sólarlag.

3. Og eingin kongur, einki fólk
um ríki øll og lond
kann gera lítla firvaldin,
hann flýgur úr Guðs hond.